04.12.2017 · Heilsumálaráðið

- Tað er einki vit og tit, tað finst bara eitt vit

- Tað er einki vit og tit, tað finst bara eitt vit

Altjóða Brekdagur var hátíðarhildin í Løkshøll í gjár. Sirið Stenberg landsstýriskvinna, var millum tey, ið bóru fram nøkur orð á degnum. Hon hugleiddi um evnið inklusjón og lívsgóðsku og segði millum annað soleiðis:

"Tað ringasta, sum kann henda í einum samfelag er, at samhoyringsmegin verður burtur. At felagsskapskenslan viknar, og vit byrja at tosa um okkum sum vit og tit.

Tað er onki vit og tit, tað finst bara eitt vit. Tí skulu vit eisini vera varin í øðrum samanhangi at tosa spjaðandi, tí tað smittar og skapar gjáir millum fólk, sum ikki mennir okkum, og sum ikki skapa vón um trygga  framtíð".

Les alla røðuna her