14.12.2018 · Heilsumálaráðið

Tannheilsan hjá føroyskum børnum batnað

Tannheilsan hjá føroyskum børnum batnað

Nýggj frágreiðing staðfestir, at hóast tannheilsan hjá føroyskum børnum er batnað nógv, kann hon gerast uppaftur betri.

Talið av børnum við frískum tonnum, t.e. tenn við ongum holum, hevur verið støðugt vaksandi hesi árini. Eitt nú høvdu bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar vaksnamannatenn í 1991. Í 2017 er hetta talið 61 prosent.

Eisini er tannheilsan hjá smærri børnum alsamt batnað. Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum 5 ára gomlu frískar barnatenn. Í 2017 er hetta talið 73 prosent.

Yvirhøvur eru Føroyar á sama støði sum hini Norðurlondini bæði viðvíkjandi tilboðum um tannrøkt til børn og ung og viðvíkjandi úrslitum, ið eru rokkin til frama fyri tannheilsuna hjá teimum.

Í nýggju frágreiðingini um tannheilsuna hjá børnum vísir SEF-nevndin hjá Tannlæknafelagnum á, at ynskiligt er at minka munandi um kariestilgongdina. Serligur dentur má leggjast á at minka um talið á børnum við álvarsamari kariessjúku og at vaksa um talið á børnum, sum hava heilt frískar tenn.

Endamálið er, at so nógv sum yvirhøvur gjørligt varðveita frískar og sterkar tenn alt lívið, og sjálv verða før fyri at røkja sínar tenn.

Tannlæknafrágreiðingin um kariesskráseting 1991-2017 kann lesast her

Eru spurningar í hesum sambandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til Sigrid Arge, telefon 302525/282525 ella teldupost sigrid@torshavn.fo og Unn Jakobsen, telefon 585916 ella teldupost unnja@klaksvik.fo

Um SEF-frágreiðingina

SEF-frágreiðingin, ið er umbiðin av Heilsumálaráðnum, verður givin út annaðhvørt ár. SEF stendur fyri Sjónlig Eyðkennis Fyribrygdi. Skráseting av tonnum (ella tannflatum) av brendum tonnum, fyllingum, trektum tonnum, vantandi tonnum, bitfeilum, tannhaldssjúkum o.a.