28.03.2017 · Heilsumálaráðið

Tíðargrein: Betri heilsutænastur til allar føroyingar

Tíðargrein: Betri heilsutænastur til allar føroyingar

Trotið av kommunulæknum er ein álvarslig avbjóðing fyri mong. Í flestu økjum í Føroyum eru kommunulæknastørvini ikki fullmanna og hóast skiftandi avloysarar gera sítt besta, so er støðan langt frá nøktandi. Neyðugt er við broytingum, so allir føroyingar fáa eina góða heilsutænastu í nærumhvørvinum.

Í Føroyum hava vit eina góða skipan, sum tryggjar, at tú kanst fara ókeypis til lækna, tá okkurt bagir. Uttan so, at skaðin er bráðfeingis, so er tað tín lækni – kommunulæknin – sum tryggjar, at fólk fáa gjørt tær kanningar sum eru neyðugar og at viðgerð verður sett í verk, tá ið tað er neyðugt. Metir kommunulæknin, at tú hevur tørv á øðrum, vísir hann ella hon teg víðari til tann, sum hevur fakliga førleikan. Tað kann verða alt frá t.d. fysioterapeuti, heimatænastu, serlækna á sjúkrahúsi ella sálarfrøðingi.

Flestu føroyingar eru mestsum ongantíð á sjúkrahúsi. Men í einum longum lívi eru vit oftani hjá kommunulækna. Sum børn er títtleikin stórur, kvinnur í barnsburði verða kannaðar regluliga og tá ið vit gerast eldri økjast læknaviðtalurnar aftur. Samstundis er eitt vaksandi tal av fólkum við kroniskum sjúkum, sum hava tørv á regluligum sambandi við lækna. So týdningurin at hava eina væl virkandi heilsutænastu í okkara nærumhvørvi - har vit búgva - má ikki undirmetast.

Trot á kommunulæknum

Men í dag er heilsutænastan í nærumhvørvinum, okkara kommunulæknaskipan, merkt av stórum avbjóðingum. Høvuðsavbjóðingin er stóra trotið á kommunulæknum. Seinnu árini hevur tað verið sera trupult at fáa kommunulæknar í føst størv uttanfyri Havnina og verða viðtalurnar tí mannaðar við skiftandi avloysarum, sum ikki altíð eru so stinnir í føroyskum.

Samstundis er miðalaldurin á kommunulæknum høgur og vandi er tí fyri, at støðan kemur at versna um vit lata standa til. Í dag eru 18 kommunulæknar í føstum starvi í 30 virknum størvum. Fimm av teimum arbeiða niðursetta tíð. Sjey av kommunulæknunum eru yngri enn 50 ár, meðan átta av teimum eru 60 ár ella eldri.

Stóra trotið er ikki haldbart. Hvørki fyri sjúklingarnar og avvarðandi ella fyri kommunulæknarnar sjálvar. Ei heldur fyri onnur viðtalustarvsfólk. Samanumtikið stendur verandi kommunulæknaskipan á einum vegamóti, og veruligur vandi er fyri, at skipanin fer fyri bakka, um munadygg og víðfevnd tiltøk ikki verða sett í verk sum skjótast.

Neyðugt at tillaga 100 ára gomlu skipanina

Galdandi kommunulæknaskipan kom í gildi fyrst í 1900-talinum, tá tvørligt var at fara millum bygdir og oyggjar í Føroyum. Hóast víðfevndar samfelagsbroytingar hesi síðstu 100 árini, bæði tá ið tað kemur til samferðslu og til tørvin á og menningina av heilsutænastum, eru bert smávegis tillagingar framdar í kommunulæknaskipanini. Henda gongdin hevur við sær, at kommunulæknaskipanin við tíðini er vorðin støðugt meira ótíðarhóskandi.

Bygnaðurin í kommunulæknaskipanini hevur verið merktur av, at økið hevur verið býtt millum land, kommunur og sjúkrakassar. Avleiðingin av hesum er eitt fløkt uppgávu- og ábyrgdarbýtið, har eingin av pørtunum hevur havt endaligu ella samskipandi ábyrgdina av kommunulæknaskipanini. Í 2010 kom Heilsutrygd í staðin fyri sjúkrakassarnar, men skipanin helt fram stórt sæð óbroytt.

Undir verandi skipan eru kommunulæknaviðtalurnar skipaðar sum einstakligaviðtalur. Tað merkir, at tað er ein kommunulækni í hvørjari viðtalu, og hann hevur ábygdina av sínum starvsfólkum. Í Álitinum um nýggja kommunulæknaskipan frá 2010 fýltust bæði læknar undir útbúgving og kommunulæknar á, at kommunulæknarnir ofta upplivað eitt fakligt einsemi og at nógv tíð fer til fyristingarligt arbeiði. Í staðin ynskja teir at verða partur av einum heilsufakligum umhvørvi.

Allir borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur

Vit skulu fremja átøk, so vit fáa tryggja øllum føroyingum góðar heilstænastur í nærumhvørvinum – uttan mun til hvar í landinum tú býrt. Hetta merkir millum annað, at vit skulu útbúgva fleiri kommunulæknar. Men enn meiri týðandi mugu vit skapa karmar, sum kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk søkja til heldur enn úr. Tey neyðugu tiltøkini eftir mínum tykki eru:

  • At skipa landið í sterk heilsuøkir við heilsudeplum, sum veita eitt tyssi av heilsutænastum
  • At landið yvirtekur viðtaluhøli og aðrar skyldur hjá kommunum
  • At umskipa setanar- og lønarviðurskifti hjá starvsfólkunum í heilsudeplunum
  • At árliga taka tríggjar, heldur enn tveir, læknar inn í útbúgving sum kommunulækni
  • At orða eina lóg, ið skipar karmarnar fyri økið

Í samgonguskjalinum hava vit sett okkum fyri at allir føroyingar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. At leggja alt fleiri heilsutænastur nær borgaranum er ein partur av okkara ætlan. Men til tess krevst størri og sterkari eindir við fleiri ymsum starvsbólkum. Langtíðarætlanin er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, skulu fara fram á heilsudeplum og í tí umhvørvi har fólk liva.

Ein lutur í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið var at fáa lýst hvussu stór játtanin er til føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsverkið í mun til onnur Norðurlond. Ein áhugaverd niðurstøða var, at Føroyar hava hægri útreiðslur til sjúkrahús enn onnur Norðurlond, men lægri til samlaða heilsuverkið. Av samlaðu játtanini til heilsuverkið fara sjúkrahúsini avstað við út við 80 prosentum. Í okkara grannalondum er hesin parturin nógv lægri – í flestu førum fer undir helmingurin av samlaðu heilsuútreiðslum til sjúkrahúsini í skandinavisku londunum.

Tað vil við øðrum orðum siga, at nógv størsti parturin av samlaðu heilsutænastum í Føroyum verður veittur á sjúkrahúsunum. Eitt er, at sjúkrahúsini í Føroyum veita tænastur, sum verður veittur uttanfyri sjúkrahúsini í okkara grannalondum. Annað er, at hetta bendir á, at heilsutænasturnar í tí partinum av heilsuverkinum, sum liggur uttanfyri sjúkrahúsverkð, eru niðurraðfestar.

Færri heilsuøki og sterkar heilsudeplar

Ein sterk heilsutænasta í nærumhvørvinum styrkir fyribyrgingina. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna borgarunum heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving. Serliga teimum við kroniskum sjúkum. Á heilsudeplunum fara við tíðini at starvast ein røð av heilsustarvsfólkum. Umframt kommunulæknar skulu eisini sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kliniskir kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ljósmøður, bioanalytikarar og onnur veita heilsutænastur á deplunum. Tær tænasturnar, sum deplarnir bjóða, skulu sjálvsagt skipast og samskipast í tøttum samstarvi við sjúkrahúsini, soleiðis at vit fáa eitt samansjóðað og samvirkandi heilsuverk.

Eydnast at samantvinna teir ymsu partarnar í heilsuverkinum kann fáast eitt heilsuverk, har tænastan til borgaran verður í miðdeplinum, samstundis sum avmarkaða starvsfólka- og fíggjarliga tilfeingið í heilsuverkinum verður gagnnýtt betri enn í dag. Tá fer at bera til at gagnnýta starvsfólkini í øllum pørtum av heilsuverkinum betri – bæði tey, sum fara at starvast í heilsudeplunum, og tey, sum starvast á sjúkrahúsunum. Hetta hevur við sær, at møguleiki verður fyri at veita enn fleiri viðgerðartilboð.

Samstundis við at landið verður savnað í sterk heilsuøkir við heilsudeplum eigur at verða farið frá einstaklingaviðtalunum. Í staðin fyri skulu viðtalurnar skipast soleiðis, at fleiri kommunulæknar kunnu starvast á sama stað. Tað skal tó verða møguligt at hava fleiri viðtaluhølir í einum heilsuøki. Soleiðis ber væl til at tryggja lokalu tilboðini, samstundis sum skipanarligu eindirnar verða færri og sterkari í tali.

Í álitinum um nýggja kommunulæknaskipan verður ført fram, at hetta hevur við sær munandi betri møguleikar fyri bæði mono- og tvørfakligum samstarvi. Somuleiðis kunnu kommunulæknarnir fáa møguleika fyri at arbeiða við serligum viðgerðum, arbeiða niðursetta tíð, granska o.s.fr. Mett verður, at hetta kann vera við til at fáa heilsustarvsfólk í starv og at støðast í skipanini.

Allir viðkomandi partar taka lut

Eg havi hesa seinastu vikuna ella so havt eina røð av fundum við fakfólk, myndugleikar og politisku skipanina, har eg havi kunnað um ætlanirnar og bjóðað til samstarv. Fleiri viðkomandi spurningar eru settir fram, sum vit fara at viðgera væl, men móttøkan hevur í heila tikið verið góð. Tað eri eg fegin um, tí um vit skulu megna at broyta nakað, so hava vit brúk fyri teimum sum virka í skipanini í dag.

Eg havi tí góðar vónir um at tað fer at bera til at røkka málinum um eina samanhangandi heilsuskipan, har heilsutænasturnar verða samansjóðaðar í eitt samvirkandi heilsuverk.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Støðan

Vit hava 30 virkandi kommunulæknastørv í Føroyum. Av hesum eru 60% mannað við kommunulæknum í føstum starvi; meðan 40% av størvunum eru mannað við avloysarum. Henda støða merkir, at tað eru nógvir borgarar í Føroyum, sum ikki hava ein fastan kommunulækna at fara til. 27.000 føroyingar hava egnan kommunulækna, meðan umleið 23.000 ikki hava egnan kommunulækna at fara til.