28.06.2019 · Heilsumálaráðið

Tíðindafráboðan

Tíðindafráboðan

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum og stjórin á Umhvørvisstovuni eru blivin samd um at steðga samstarvinum frá í dag av at rokna, orsakað av at partarnir eru ósamdir um seinastu bygnaðartillagingarnar á Umhvørvisstovuni. Stjórin gevst sostatt í starvinum beinanvegin.

Til nýggjur stjóri verður settur fyri Umhvørvisstovuna tekur Ari Johanneson á deildini Orka við sum virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni.

Heilsu- og innlendismálaráðið

28. juni 2019