21.04.2020 · Heilsumálaráðið

Tíðindafundur í dag kl. 15

Tíðindafundur í dag kl. 15

Í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum kl. 15.

Á tíðindafundinum verður millum annað kunnað um, hvussu Sjúkrahúsverk Føroya letur uppaftur.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum í sjónvarpinum og í útvarpinum.

Á tíðindafundinum verða Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.