04.02.2022 · Heilsumálaráðið

Tilboð um fjórða prikið til fólk í vandabólkum

Tilboð um fjórða prikið til fólk í vandabólkum

Fólk við veikari immunverju fáa nú tilboð um eina fjórðu koppseting fyri COVID-19. Endamálið er at verja ímóti álvarsligari sjúkugongd, verða tey smittað. Ein treyt fyri at fáa fjórða prikið er, at tað í minsta lagi eru gingnir tríggir mánaðir síðan triðja prikið.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur góðkent eitt tilmæli frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv niðursettari immunverju at verða koppsett fjórðu ferð fyri koronu, COVID-19.

Talan er um sama leist, sum tá fólk í hesum somu vandabólkum fyrr enn onnur fingu tilboð um at lata seg koppseta triðju ferð.

Tilboðið er ætlað til fólk við ávísum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólk við ávísum álvarsomum giktasjúkum, fólk, sum hava fingið transplantasjón, fólk í dialysuviðgerð og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum nýliga hava fingið kemoviðgerð.

Føroyska tilboðið er meinlíkt tí, sum donsku heilsumyndugleikarnir eisini hava mælt til. Í sínum tilmæli vísir danska Sundhedsstyrelsen millum annað á, at mongdin av andevnum ímóti COVID-19 í kroppinum so líðandi fellur eftir koppseting. Tískil viknar verjan, samstundis sum nýggja Omikron-frábrigdið økir um vandan hjá fólki at verða smittað. Endamálið við fjórðu koppsetingini er at verja hesi fólk ímóti álvarsligari sjúkugongd, verða tey smittað.

Fyri at fáa fjórðu koppsetingina skulu tað í minsta lagi verða gingnir tríggir mánaðir síðan triðju koppsetingina.

Fólk, ið eru umfatað av tilboðnum um fjórðu koppsetingina, fáa innkalling frá Sjúkrahúsverkinum.

COVID-19 koppsetingarbólkurin