14.12.2021 · Heilsumálaráðið

Tilboð um koppseting til 5 til 11 ára gomul

Tilboð um koppseting til 5 til 11 ára gomul

Nú fáa tey 5-11 ára gomlu børnini eisini tilboð um ókeypis koppseting fyri COVID-19

Landsstýrismaðurin í heilsumálum gevur nú børnum í aldrinum 5-11 ár møguleikan at lata seg koppseta fyri COVID-19.

Tað verða kommunulæknarnir, sum fara at taka sær av at koppseta børnini. At byrja við verður talan um støkk-inn koppsetingar. Nærri kunning kemur í næstum um, nær og hvar koppsetingarnar fara fram.

Støðugt fleiri børn á okkara leiðum, eisini í Føroyum, verða smittað við COVID-19. Hóast tey sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum at steðga smittuútbreiðsluni, verða tey ikki koppsett.

Danski heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, mælir til at koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini. ES-heilivágsmyndugleikin EMA viðmælti 25. november, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, vit brúka í Føroyum, verður brúkt at koppseta tey 5-11 ára gomlu.

Í august fingu tey ungu í aldrinum 12-15 ár eisini tilboð um ókeypis koppseting, og her hava longu 73 prosent fingið fyrsta prikið og 64 prosent annað prikið.