20.01.2023 · Heilsumálaráðið

Títt Rúm 10 ár - hjartaliga tillukku!

Títt Rúm 10 ár - hjartaliga tillukku!

“At hjálpa teimum, sum vaksa upp við rúsbundnum foreldrum, við at geva teimum eitt “rúm” til at viðgera teirra kenslur og upplivingar. Tað kann verða við til at fyribyrgja, at hesi venda sær til rúsin, tá ið lívið gerst trupult.” Millum annað hetta, segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, til 10’ára hátíðarhaldið fyri Títt Rúm.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram eina heilsan í sambandi við, at Títt Rúm hátíðarhelt at tað eru 10 ár síðan tilboðið til avvarðandi at rúsbundnum foreldrum varð sett á stovn.

Títt Rúm byrjaði í 2012, sum ein lítil verkætlan undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Verkætlanin hevur ment seg til eitt støðugt tilboð. Í 2021 broytti tilboðið navn til Títt Rúm. Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar samrøður, ráðgeving, familjuviðgerð og bólkar.

Røðan kann lesast her.