16.12.2021 · Heilsumálaráðið

Triðja prikið verður framskundað

Triðja prikið verður framskundað

Royndir aðrastaðni vísa, at fólk, ið hava fingið eina triðu koppseting fyri COVID-19 eru betri vard ímóti Omikron-frábrigdinum enn onnur. Tí hevur føroyski koppsetingarbólkurin gjørt av at bjóða øllum oman fyri 40 ár triðja prikið longu 140 dagar eftir annað prikið

Nú kunnu øll fólk, ið eru 40 ár ella eldri, og sum hava fingið tvær koppsetingar fyri COVID-19, fáa triðja prikið – tann sonevnda boostaran – longu hálvan fimta mánað, tað er 140 dagar, aftaná annað prikið.

Frammanundan hevur verið galdandi, at triðja prikið kundi fáast eitt hálvt ár, tað er 180 dagar, eftir annað prikið, og henda treytin er enn galdandi fyri fólk yngri enn 40 ár.

Orsøkin til framskundaða triðja prikið er nýggja og sera illa smittandi Omikron-frábrigdið av COVID-19. Royndir aðrastaðni vísa nevniliga, at fólk, sum hava fingið triðja prikið, eru betri vard ímóti nýggja frábrigdinum enn onnur.

"Omikron-frábrigdi smittar illa og breiðir seg skjótt, og vit vita ikki enn júst hvussu álvarsliga sjúku, tað kann elva til. Men vit vita, at triðja prikið eisini gevur betri verju ímóti Omikron eins og ímóti øllum hinum frabrigdunum. Tí vil eg viðmæla, at øll fólk 40 ár og eldri taka av hesum nýggja tilboðnum um skjótari atgongd til triðu koppsetingina, nú veturin er í durunum, og vit øll eru meira viðkvom fyri smittu og sjúku”, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum.

Fólk, sum hava koronupassið, kunnu lættliga sjálv fylgja við, nær tey kunnu bíleggja tíð til triðja prikið, tí í koronupassinum stendur, hvussu nógvir dagar eru gingnir síðan fyrru prikini. Fólk, ið eru 40 ár ella eldri, og tað eru gingnir 140 dagar ella meira síðan annað prikið, kunnu nú bíleggja tíð til triðja prikið.