26.09.2020 · Heilsumálaráðið

Tríggir smittutilburðir seinasta samdøgrið

Tríggir smittutilburðir seinasta samdøgrið

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1250 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 126.940 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 460 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 417 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 43 persónar smittaðir í løtuni.

Samlaða talið av staðfestum tilburðum er lækkað við einum, eftir at Landslæknin hevur staðfest, at ein tilburður frá 21. september var falskt positivur.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 26. september 2020 kl. 13:53