26.11.2019 · Heilsumálaráðið

Umboð frá Sinnisbata á fund við Kaj Leo Holm Johannesen

Umboð frá Sinnisbata á fund við Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var í dag á fundi við umboð fyri Sinnisbata, ið er áhugafelag hjá persónum og avvarðandi við sálarligum avbjóðingum.

Landsstýrismaðurin bleiv kunnaður um virksemið hjá felagnum, ið fevnir breitt, og eisini vísti Sinnisbati á ymisk tiltøk, ið kunnu bøta um sálarheilsuna hjá børnum, ungum og eldri.

Sálarheilsa er av avgerandi týdningi fyri okkara borgarar, og fegnast landsstýrismaðurin um ein áhugaverdan fund.

Heilsumálaráðið