Heilsumálaráðið   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   Vaksinan er á veg
29.12.2020 · Heilsumálaráðið

Vaksinan er á veg

Vaksinan er á veg

Í kvøld kemur fyrsti kassin við koronuvaksinu til Føroya, og í morgin verða tey fyrstu fólkini  koppsett

Nú er greitt, at koppsetingin fyri koronu varisliga kann byrja í Føroyum í morgin, tí longu í kvøld kemur fyrsti kassin við Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech við flogfarið til landið.

Talan er um ein heilan kassa við 975 skamtum, og tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk í smittuvanda, eins og tilskilað er í almennu koppingarætlanini.

Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Nakað av óvissu hevur seinastu dagarnar valdað um, júst nær vaksinan fór at koma til Føroya, tí danir fingu væl minni av vaksinu í fyrstu atløgu, enn tey høvdu roknað við, og Føroyar fáa sínar skamtir úr Danmark.

Men nú kemur vaksinan, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast.

Í praksis er tað kanska ikki so avgerandi, um vit byrja at koppseta nakrar dagar fyrr ella seinni, men eg vænti avgjørt, at tað hevur eitt positivt psykologiskt virði, at vit kunnu byrja nú – at vit kunnu siga, at nú er koppsetingin í gongd, sigur landsstýrismaðurin.

Hann heitir tó inniliga á fólk um framhaldandi at taka øll neyðug atlit at smittuvandanum, sýna fyrilit og fylgja teimum almennu tilmælunum, so smittan ikki sleppur at taka dik á seg og breiða seg ímillum fólkið.