13.08.2019 · Heilsumálaráðið

Valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019

Valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019

Við hesum verður mint á, at valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019 skulu vera forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi:

leygardagin 17. august 2019 kl. 18.00

Valevnalistin skal vera latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara.

Gjøllari reglur um valevnalistar eru ásettar í §§ 17-18 í løgtingsvallógini (løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið).

Í løgtingsvallógini er m.a. ásett:

  • at ein valevnalisti ikki má hava fleiri enn 43 valevni.
  • at valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði.
  • at nøvnini á valevnunum verða sett í bókstavarøð.
  • at valevnalistin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka í valinum ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum.
  • at hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillarar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Hetta er bert galdandi fyri uttanflokkalista.
  • at ongin má stilla upp á meira enn einum valevnalista.
  • at ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnalista.

Dømi um oyðubløð til valevnalista sæst her og lista til stillarar hjá uttanflokkalista sæst her.

Leygardagin tann 17. august 2019 er løgtingsvalnevndin á Umhvørvisstovuni frá kl. 16-18 og tekur ímóti valevnalistum.

Vegna løgtingsvalnevndina

Malan Johansen

forkvinna

Tlf.: 226225