06.12.2017 · Heilsumálaráðið

Varastjóri til Landssjúkrahúsið

Varastjóri til Landssjúkrahúsið

Í sambandi við, at setanarskeiðið hjá verandi varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund rennir úr, verður starvið lýst leyst til setan 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt.

Sum sjúkrarøktarfakligur varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrahússtjóranum og varastjóranum við læknafakligari bakgrund. Tín næsta tilvísing uppeftir verður sjúkrahússtjórin.

Umsóknarfreistin er 2. januar 2018

Umsóknir kunnu sendast til himr@himr.fo

Sí lýsingina her

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, teldupost: ronnie.midjord@ls.fo