01.11.2018 · Heilsumálaráðið

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur fyri Sjúkrahúsverk Føroya

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur fyri Sjúkrahúsverk Føroya

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Thomas Schiøler sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Thomas Schiøler er 58 ára gamal, var útbúgvin serlækni í klinisk biokemi í 1999, hevur OLAU I-III leiðsluútbúgving frá Lægeforeningen umframt diplomútbúgving í leiðslu.

Thomas Schiøler hevur drúgvar royndir innan læknafakið bæði innan almen praksis og sum yvirlækni og leiðandi yvirlækni á donskum sjúkrahúsum.

Harafturat hevur Thomas Schiøler drúgvar royndir sum seniorgranskari á DSI, sum sekretariatschef í danska Heilsustýrinum og sum yvirlækni í danska Heilsustýrinum

Nýggi varastjórin við læknafakligari bakgrund tekur við starvinum tann 1. desember 2018.