12.05.2020 · Heilsumálaráðið

Verklagslógin um Landssjúkrahúsið samtykt

Verklagslógin um Landssjúkrahúsið samtykt

Við hesi verklagslóg verður millum annað dagførdur kostnaður og útreiðslurnar til nýggja tøkni og útgerð lagdar afturat upphæddini til H-bygningin.

Hetta lógaruppskotið varð lagt fram tann 17. desember 2019, og hevur síðani fingið góða viðgerð í Løgtinginum, og Fíggjarnevdin eisini hevur gjørt eitt gott arbeiði og viðgjørt málið til lítar.

Nýggi bygningurin, nevndur H-bygningurin, skal millum annað hýsa nýggjum psykiatriskum depli, nýggjari medisinskari seingjadeild við einastovum, nýggjari føði- og barsilsdeild, nýggjari rehabiliteringseind og nýggjum køki. Samlaða fermetratalið er 15.150 fermetrar.

”Tað gleðir meg, at vit við H-bygninginum fara at fáa sera framkomin og dagførd viðurskifti til sjúklingarnar, starvsfólkini og avvarðandi. At hugsað hevur verið um trivnað við millum annað, at sjúklingarnir kunna fáa einastovur. Hetta fer at bøta munandi um karmarnar hjá sjúklingunum viðvíkjandi trivnaði og ikki minst at kunna í friði fáa vitjan av sínum nærmastu. Eisini at viðgerð og røkt kunna fara fram undir virðiligum umstøðum” sigur landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen.

Við bygninginum hevur stórur dentur verið lagdur á smittuvanda m.a. við einastovum. Gransking hevur víst, at sjúklingar fáa størri gagn av at liggja á einastovum; meira privatlív og koma teir skjótari fyri seg.

Bygningurin fer at standa sum ein varði, og tekur seg longu nú væl út inni í lendinum fram við sjóvarmálan við útsýni yvir Nólsoyarfjørð.