30.12.2020 · Heilsumálaráðið

Við koppsetingini hómast endin á koronufarsóttini

Við koppsetingini hómast endin á koronufarsóttini

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, var til staðar á Landssjúkrahúsinum, tá Gunnrið Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur á koronudeildini (í miðjuni) sum tann fyrsta í Føroyum varð koppset beint eftir døgurða í dag. Tummas í Garði, yvirlækni og varastjóri í sjúkrahúsverkinum (høgrumegin), tók sær av koppsetingini

Landsstýrismaðurin í heilsumálum kennir ein stóran lætta, nú koppsetingin fyri koronu loksins er byrjað. Tey fyrstu hundrað heilsustarvsfólkini verða koppset í dag

Klokkan eitt í dag varð Gunnrið Joensen, sjúkrarøktrfrøðingur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum, sum tann fyrsta í Føroyum koppsett fyri koronu.

Tað hendi, eftir at fyrsti kassin við 975 skamtum av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech var komin til landið við flogfari í gjárkvøldið. Kassin var við løgreglufylgi fluttur av flogvøllinum til kuldagoymsluna hjá landsapotekaranum í Havn.

Í morgun var so farið undir seinastu fyrireikingarnar at koppseta tilsamans umleið 100 heilsustarvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum seinnapartin í dag. Koppsetingin heldur síðani fram eftir nýggjár. Hvør kassi við 975 skamtum røkkur til 487 fólk, tí koppsett verður tvær ferðir við trimum vikum ímillum. Í løtuni vænta tey í heilsuverkinum, at næsti kassin við vaksinu kemur um hálvan januar.

Í heilsuverkinum er raðfestingin fyrst at koppseta tey, sum skulu vera um og viðgera koronusjúk fólk, og sum tískil eru í størst vanda fyri sjálv at verða smittað. Tí verða heilsustarvsfólk koppsett fyrst.

Landið og allur heimurin hevur livað í heilsuligari óvissu stóran part av árinum, meðan farsóttin hevur herjað, og tí er tað ein stórur lætti, at tað nú tykist lýsa í havsbrúnni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Vaksinur eru nú á marknaðinum, støðugt fleiri leggjast afturat og Føroyar eru tryggjaðar sín lut. Tó at tað enn valdar ein ávís óvissa um reglusemið í veitingunum, er hann tí vónríkur um, at heimsumfatandi heilsumarran skjótt er av.

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at Føroyar hava verið undangonguland í heimshøpi, tá tað ræður um at kanna fólk fyri koronu og fyribyrgja útbreiðslu av sjúkuni.

Tað hevur gingið framúr væl. Vit eru komin sera væl ígjøgnum higartil, men tað hevur verið ógvuliga strævið. Tað hevur sjálvsagt verið eitt serliga tungt tak hjá okkara heilsustarvsfólkum, sum hava staðið í fremstu røð, men tað hevur eisini verið strævið og keðiligt hjá flest øllum øðrum, ikki minst eldri og heilsuveikum fólki, sum hava livað meira og minni avbyrgd ein stóran part av árinum. Enn skulu vit í rúma tíð ansa okkum sera væl og fylgja strongum heilsutilmælum. Tað er av alstórum týdningi. Men fyri framman síggja vit kortini ein enda á hesum nú. Eg havi góðar vónir um, at vit um ikki so ógvuliga langa tíð kunnu venda aftur til eitt vanligt lív, ein vanligan gerandisdag, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.