19.02.2021 · Heilsumálaráðið

Viðgerðarstovnar søkja um góðkenning

Viðgerðarstovnar søkja um góðkenning

Ókeypis rúsviðgerð hevur verið í Føroyum síðani í 1980-árunum, og ókeypis tilboðið stendur við. Men viðgerðarstovnarnir hava virkað uttan lógargrundarlag og góðkenning. Hetta er broytt, og nú skulu stovnarnir hava góðkenning frá Heilsutrygd at tryggja bestu karmar og viðgerðarførleikar

Føroysku rúsviðgerðarstovnarnir skulu nú allir søkja um góðkenning frá Heilsutrygd at tryggja, at stovnarnir liva upp til krøvini um millum annað hølisumstøður, bygnað, dygd og viðgerðarførleikar.

Hesi krøvini vórðu ásett í lóg í mai 2019, “Løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð”, og eitt ár seinni, í mai í fjør, var kunngerðin um góðkenning av rúsviðgerðarstovnum so lýst. Ein góðkenning fær gildi í fimm ár í senn, og freistin at søkja var úti á nýggjárinum.

Lógin setur millum annað krøv til førleikarnar hjá viðgerðarstarvsfólkunum – at starvsfólkahópurin á einum viðgerðarstovni samanlagt hevur viðkomandi útbúgving og dagførda vitan um royndir og rúsdrekkaviðgerð og rúsevnaviðgerð.

Kunngerðin nágreinar hesi krøvini og ásetir, at viðgerðarstarvsfólkini skulu hava eina útbúgving sum rúsdrekkaviðgeri ella rúsevnaviðgeri, ið er góðkend í Íslandi, Noregi, Bretlandi ella einum ES-landi.

Tríggir viðgerðarstovnar veita ókeypis rúsviðgerð, sum er. Blákrossheimið á Nesi og Heilbrigdi á Velbastað hava veitt misbrúksviðgerð síðani í 1980-árunum, og Frælsi á Eiði síðani 2017.

Umframt gomlu siðbundnu viðgerðina, sum er fyri øll, hevur Blákrossheimið eisini eitt viðgerðartilboð serliga ætlað ungum fólki. Tilboðið hjá Frælsi er ætlað ungum burturav, meðan tað hjá Heilbrigdi er fyri øll.

Virksemið hjá stovnunum verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini, men hevur ikki verið regulerað við lóg, fyrr enn nýggja lógin kom í 2019.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at rætturin til ókeypis misbrúksviðgerð nú er formligur, og at tað almenna, sum fíggjar viðgerðina, samstundis kann hava eftirlit við stovnunum og tryggja, at karmar og førleikar eru á nøktandi stigi.

Eg eri errin av, at vit í Føroyum bjóða misbrúkarum ókeypis viðgerð, tí soleiðis er tað als ikki allastaðni rundan um okkum. Eg havi eisini varhugan av, at tað at leita sær hjálp fyri misnýtslu er meira góðtikið ímillum føroyingar enn nógva aðrastaðni. Tað skal ongantíð vera ein skomm at koma illa fyri og hava tørv á hjálp. Viðgerðarstovnarnir skulu tvørturímóti raðfestast og áeggjast, soleiðis at fólk, ið fáa misbrúkstrupulleikar, kunnu hjálpast aftur á beint – sær sjálvum, familjunum og øllum samfelagnum at gagni, sigur landsstýrismaðurin.