01.03.2022 · Heilsumálaráðið

Viðgerðartrygd innan neyðtøkutilbúgving

Viðgerðartrygd innan neyðtøkutilbúgving

Frá 1. mars verður tað møguligt  hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp uttan at skula seta seg í samband við løgregluna fyrst. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at áratíggju gamalt tos nú loksins verður veruleiki

Leingi hevur verið tosað um at gera eina føroyska neyðtøkutilbúgving, sum skal tryggja, at fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, beinanvegin kunnu fáa so góða fakliga hjálp, sum til ber, eftir at brotsgerðin er framd, uttan at neyðugt er at melda málið til løgregluna.

1. mars verður tilbúgvingin veruleiki, tá eitt beinleiðis telefonnummar til neyðtøkutilbúgvingina verður tøkt, sum svarar alt samdøgrið allar dagar. Somuleiðis verður kunnandi heimasíða,  ið vegleiðir um, hvussu farið verður fram, tá ein setur seg í samband við neyðtøkutilbúgvingina.

Tilbúgvingin verður mannað við starvsfólki, ið  eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

Serlæknar, knýttir at tilbúgvingini, fáa ábyrgd av kanningararbeiðinum, sum kann verða sett í verk í sambandi við, at  fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, venda sær til tilbúgvingina. Hetta tí tey, sum kanska í fyrstu syftu ikki vilja melda brotsverkið, seinni kunnu broyta fatan, og tá skulu hava møguleika at fara til løgregluna. Tilbúgvingin skal tí tryggja, at læknafrøðiligu prógvini verða goymd í eitt ár.

Tað er eitt ár síðan, at landsstýrismaðurin í heilsumálum setti pening av til neyðtøkutilbúgvingina, og í tilgongdini hevur serliga neyðtøkutilbúgvingin í Íslandi verið fyrimynd. Beinleiðis samstarv er við íslendsku tilbúgvingina, og 24 starvsfólk í bráðmóttøkuni/skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum hava saman við leiðslu á G1, depilsleiðslu og serlæknum í kvinnusjúkum fingið undirvísing í, hvussu íslendska tilbúgvingin er skipað og virkar.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at neyðtøkutilbúgvingin loksins verður veruleiki.

Í politisku skipanini hevur tað verið tosað um hesa tilbúgvingina nú í eini 30 ár, men eg helt, at nú var nóg mikið tosað, og tí setti eg arbeiðið í gongd. Neyðtøka er ein andstyggilig brotsgerð, sum altíð fær vanlukkuligar fylgjur fyri tey órættaðu ofrini. Við í tilbúgvingini hava vit sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava fingið serliga undirvísing innan hetta økið, og sum kunnu gera kanningar, veita skjóta hjálp, vera um ofrini, fylgja upp á kanningarúrslit og seta seg í samband við tann órættaða, tá viðkomandi er komin heim. Tað hevur týdning fyri tann órættaða, at tað í mest møguligan mun verður minkað um árinini av brotsverkinum, eisini seinárin, ið ofta vísa seg. Hetta tilboðið skal eisini síggjast sum ein liður í viðgerðartrygdini, ið vit miðja eftir at fáa á øllum viðgerðarøkjum í sjúkrahúsverkinum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Kunning um neyðtøkutilbúgvingini er á www.neyðtøka.fo.