05.10.2018 · Heilsumálaráðið

Virkisætlan: Neyðugt við skynsamari antibiotikanýtslu

Virkisætlan: Neyðugt við skynsamari antibiotikanýtslu

Millum størstu hóttanirnar fyri heilsuna yvirhøvur er sambært Heimsheilsustovninum antibiotikamótstøðuføri. Um ársskiftið setti landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg ein arbeiðsbólk við serkunnleika á økinum at gera eina virkisætlan fyri mótstøðuføri móti antibiotika í Føroyum. 

Í dag handaði formaðurin í arbeiðsbólkinum Djóni Sanberg Joensen landsstýriskvinnuni virkisætlanina, sum er hin fyrsta av sínum slag í Føroyum. Í ætlanini verður nýtslan av antibiotikanýtsluni í heilsuverkinum og tilburðir av antibiotikamótstøðuføri lýst og greinað.

Tilmælini hjá arbeiðsbólkinum taka útgangsstøði í støðuni, sum hon er í dag. Tilmælini kunnu býtast í tveir høvuðsbólkar. Fyrsti bólkurin er tað yvirskipaða arbeiðið og skipan av eftirlitinum við antibiotikanýtsluni og antibiotikamótstøðuføri og mælir bólkurin til at skipa eitt Antibiotikaráð og einari Antibiotic Stewardship Programme eind.

Næsti parturin eru viðurskifti, sum hava við sjúkustaðfestingina at gera. At styrkja fakliga serkunnleikan og at gera íløgur í nýggjan útbúna og dagføring av verandi útbunaði.

Eisini eru tilmæli viðvíkandi betur kunning til sjúklingar og heilsustarvsfólk.

Sí Virkisætlan fyri mótstøðuføri móti antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum her 

Á myndini eru umboð fyri arbeiðsbólkin saman við landsstýriskvinnuni. Djóni S. Joensen, Shahin Gaini, Lena Lambaa, Súsanna K. Kristiansen, Kristianna L. á Lofti og Irena Nolsø. Á myndini vanta Hans Petur Nielsen og Ingrid Petersen.