16.11.2021 · Heilsumálaráðið

Ynski um yvirtøku av epidemilógini

Ynski um yvirtøku av epidemilógini

Tað skal verða lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja, men tað er ein trupulleiki, tá epidemilógin er danskt málsøki. Tað heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum á landsstýrisfundi í dag fer at seta fram ynski um yvirtøku av epidemilógini

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer á landsstýrisfundi í dag at skjóta upp, at epidemilógin, sum í dag er danskt málsøki, verður yvirtikin á føroyskar hendur.

Ynskið hjá landsstýrismanninum er ein beinleiðis avleiðing av koronufarsóttini.

Tá ein farsótt sum hendan herjar, er tað alneyðugt, at vit kunnu bera skjótt at. Fyri at tað skal bera til, og alt skal ganga smidliga, má avgerðarmyndugleikin eisini vera á staðnum. Nú hava vit í skjótt tvey ár barst ímóti koronufarsóttini, og henda tíðin hevur víst okkum, at tað er ein trupulleiki, at lóggávan og harvið evsti avgerðarmyndugleiki ikki er á føroyskum hondum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Í Heilsumálaráðnum verður mett, at epidemilógin, hvørs formliga danska navn er “Lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”, kann yvirtakast beinleiðis uttan samráðingar við danir.

Tí heilsumál eru sermál, sum sambært heimastýrislógini kunnu yvirtakast heilt ella partvíst uttan nærri samráðingar, tá Løgtingið sjálvt ynskir tað.

Landsstýrið rindar frammanundan allar útreiðslurnar av epidemilógini í Føroyum, og tí verður heldur ikki mett, at yvirtøkan hevur eyka fíggjarligar útreiðslur við sær fyri landskassan.