07.11.2018 · Heilsumálaráðið

Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum til viðgerðar í Løgtinginum í dag

Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum til viðgerðar í Løgtinginum í dag

Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki. Lógaruppskotini um yvirtøkuna eru til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag.

Økið, sum eftir ætlan nú verður føroyskt málsræði, hevur tætt tilknýti til onnur øki, sum longu eru á føroyskum hondum og er eisini ein týdningarmikil partur av samleika føroyinga.

Ætlanin er formliga at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki sum føroyskt sermál. Við hesum taka føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið, útinnandi valdið á økinum og fíggjarligu ábyrgdina. Málsøkið fevnir eisini um sjókort og sjómátingar.

Formelt er talan er um tvey lógaruppskot, sum skulu samtykkjast, áðrenn yvirtøkan kann fremjast. Løgmaður, Aksel V. Johannesen hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málskjum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lagt fram ríkislógartilmæli um at seta í gildi Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information.

Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

- Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit eiga at miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum. Á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum og eg havi góðar vónir um, at vit kunnu fáa eina breiða undirtøku fyri uppskotinum tvørtur um samgongu og andstøðu.

Sambært uppskotinum verður yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum tann 1. apríl 2019. Tó verða sjókort og sjómátingar yvirtikin tann 1. januar 2020.