Apotekari kann seta í starv heilsustarvsfólk at koppseta fyri apoteksverkið, og partur B og ávísar aðrar greinar verða strikaðar
Kanningar úr øðrum londum vísa, at atkoma til tilboð um koppseting, hevur ávirkan á, hvussu nógv fólk velja at taka av tilboðnum um koppseting.
Í nógvum londum kring Føroyar er koppseting á apotekum ein natúrligur partur av heilsutænastunum.
Galdandi lóg letur í ov lítlan mun upp fyri nøktandi atkomu til koppsetingartilboð, og fyri at fólk í Føroyum kunnu lata seg koppseta, har sum tey ynskja.
Tí verður skotið upp at apotekarar fáa møguleika fyri at gera avtalu við ella seta í starv heilsustarvsfólk, ið kann koppseta, til tess at koppseta fyri apoteksverkið.
Harumframt verður skotið upp, at strika part B og ávísar greinir í part A, sum áseta reglur um heilivág. Uppskotið skal lesast í tí samanhangi, at reglurnar um heilivág verða ásettar í endurskoðaðum líki í uppskoti til løgtingslóg um heilivág.