Ásetingar um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð og setan av Hjálparráðsnevnd

Heiti
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð og Kunngerð um Hjálparráðsnevnd
Frágreiðing

Kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð ásetur m.a., at Heilsutrygd veitir fult ískoyti fyri hjálparráð við útskrivan frá sjúkrahúsi og sum verða nýtt sum liður í einari viðgerð, sum kann væntast at vara longri enn 1 mánað eftir útskrivan, ella til persónar sum ikki hava varandi tørv á hjálparráði. Fult ískoyti er at skilja soleiðis, at Heilsutrygd rindar allan kostnaðin av hjálparráðnum. Tað eru bert hjálparráð, sum eru nevnd í skjali 1 til kunngerðina, sum fáa fult ískoyti. Tó verður ískoyti eisini veitt til hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág; hesi hjálparráð eru ikki nevnd í skjali 1.

Kunngerð um Hjálparráðsnevnd ásetur m.a., at landsstýrismaðurin velur eina nevnd fyri 4 ár í senn, sum skal viðgera umsóknir um hjálparráð. Lækni sendir umsókn til Hjálparráðsnevndina, og skal nevndin altíð fylgja meginregluni um bíligast nøktandi hjálparráð.

Ummælisfreist
06.10.2021
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
09.09.2021
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Guðrun Maria Mortensen og Sjúrður Simonsen
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Hjálparráðsnevnd (1) Uppskot Til Kunngerð Um Ískoyti Til Gjald Fyri Ávís Hjálparráð (1)