Ásetingar um krøv í sambandi við innflyting av radiaktivum vørum til Føroya

Heiti
Hoyringin fevnir um fýra kungerðir
Frágreiðing
  • Bekendtgørelse for Færøerne om opkrævning af gebyr for Sundhedsstyrelsens tilsyns-, rådgivnings- og bistandsopgaver
  • Bekendtgørelse for Færøerne om ioniserende stråling og strålebeskyttelse
  • Bekendtgørelse for Færøerne om brug af radioaktive stoffer
  • Bekendtgørelse for Færøerne om brug af strålingsgeneratorer

Viðheftu uppskot til bekendtgørelser hava heimild í strålebeskyttelseslógini, Anordning nr. 1035 af 29. juni 2022 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse. Endamálið við lógini er millum annað at verja menniskju og umhvørvið móti skaðiligum árini av ioniserandi stráling í sambandi við nýtslu av mannagjørdum ella natúrligum strálukeldum, ella í sambandi við stráling uttan mun til, um talan er um ætlaða stráling, verandi strálistøður ella stráling í sambandi við eina neyðstøðu.

Sundhedsstyrelsen hevur eftirlit við geislakeldum o.ø. í Føroyum. Uppskotini hava við sær, at Sundhedsstyrelsen fer at viðgera eina og hvørja innflyting av radioaktivum vørum til Føroya, á sama hátt sum Sundhedsstyrelsen í dag viðger innflyting av radioaktivum vørum til Danmarkar frá einum landi uttanfyri ES. Mannagongdin verður tann, at innflytarar av radioaktivum vørum útfylla eitt oyðiblað, sokallað ”importformular”, ið skal sendast Sundhedsstyrelsen til góðkenningar, áðrenn vøran kann flytast inn í landið. Er oyðublaðið útfylt rætt, verður vøran góðkend at innflyta til Føroya. Er oyðiblaðið ikki útfylt rætt, má samskifti fara fram við tí fyri eyga, at rætta oyðiblaðið.

Krav verður eisini sett um ein strålebeskyttelseskoordinator. Førleikakrøvini hjá einum strålebeskyttelseskoordinator eru tætt tengd at slagnum av strálukeldu. Sum dømi kann nevnast, at ein strålebeskyttelseskoordinator hjá TAKS ikki skal hava serligar førleikar í sambandi við nýtslu av viðførisskannarunum. Hinvegin er neyðugt við serligum førleikum hjá einum strålebeskyttelseskoordinatori í sambandi við nýtslu av røntgentólum. Ein radiografur kann tó røkja hesa uppgávuna.

Harumframt hava uppskotini við sær, at Sundhedsstyrelsen kann krevja inn gjald soleiðis, at tað fær afturrindað útreiðslurnar, sum standast av at hava eftirlit við og vegleiða sambært lógini. Árligt gjald verður kravt frá almennum stovnum og privatum fyritøkum, sum hava strálukeldur skrásettar hjá Sundhedsstyrelsen. Upphæddirnar síggjast í bilag 1 í Bekendtgørelse for Færøerne om opkrævning af gebyr for Sundhedsstyrelsens tilsyns-, rådgivnings- og bistandsopgaver.

Ummælisfreistin er farin
28.08.2023
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerðir
Dagfesting
17.07.2023
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Bekendtgørelse For Færøerne Om Brug Af Radioaktive Stoffer Bekendtgørelse For Færøerne Om Brug Af Strålingsgeneratorer Bekendtgørelse For Færøerne Om Ioniserende Stråling Og Strålebeskyttelse Bekendtgørelse For Færøerne Om Opkrævning Af Gebyr For Sundhedsstyrelsens Tilsyns Rådgivnings Og Bistandsopgaver Hoyringspartar