Avslátturin til havbúnaðin verður tikin burtur

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági (Avslátturin til havbúnaðin verður tikin burtur)
Frágreiðing

Uppskotið í stuttum

Í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, er semja um at taka avslátturin til havbúnaðin burtur, soleiðis at havbúnaðurin frameftir rindar fullan prís fyri heilivág, sum Apoteksverkið veitir havbúnaðinum.

Upprunaliga var avslátturin til havbúnaðin ásettur í kunngerð í 1990’unum, tá alivinnan var illa fyri fíggjarliga. Í dag er alivinnan í eini heilt aðrari støðu, og verður ikki mett, at alivinnan framvegis hevur tørv á hesum fíggjarliga stuðli frá almennari síðu.

Havbúnaðurin rindar í dag 90 % av frumsøluprísinum, tað vil siga, at avslátturin er 10 %. Broytingin hevur við sær at avslátturin verður tikin burtur.

Ummælisfreist
29.10.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
01.10.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Irena Nolsø, fulltrúi
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Áseting Av Søluprísi Á Heilivheilivági