Borgarar fáa møguleika at rinda egingjald fyri tilskotsheimilaðan heilivág í pørtum

Heiti
Kunngerð um at veita kreditt fyri egingjaldið til heilivág
Frágreiðing

Tað er avbjóðandi hjá ávísum borgarum, sum fáa kostnaðarmiklan heilivág, at rinda alt ella ein stóran part av egingjaldinum til tilskotsheimilaðan heilivág í einum.

Við hesum uppskotinum fáa borgarar møguleika at rinda egingjaldið í pørtum javnt býtt út á tilskotsárið. Harumframt fær borgarin yvirlit yvir, hvat er goldið og útflýggjað í tilskotsárinum við atliti at tilskotsheimilaðum heilivági.

Uppskotið hevur til endamáls at heimila Apoteksverkinum at veita borgarum kreditt fyri egingjaldið til tilskotsheimilaðan heilivág, við ásettum treytum.

Borgarar, sum fáa tilskotsheimilaðan heilivág, kunnu søkja um at koma í skipanina umvegis Vangan ella á apotekinum. Tað mánaðarliga gjaldið verður ein 12. part av egingjaldsloftinum. Tey sum eru í skipanini, rinda eitt fast gjald um mánaðin, og skulu sostatt einki rinda fyri tilskotsheimilaðan heilivág, tá ið tey fáa heilivágin útflýggjaðan á apotekinum.

Ummælisfreist
30.05.2025
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
02.05.2025
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um At Veita Kreditt Fyri Egingjaldið Til Heilivág