Broyttar reglur um sigling kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm

Heiti
Uppskot til kunngerð um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi
Frágreiðing

Kunngerðin ásetir reglur um sigling kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru útnevnd Ramsar øki sambært Ramsar-sáttmálanum, ið Føroyar hava tikið undir við.

Bannað er at sigla skjótari enn 5 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi á teimum økjum kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru tilskilað í fylgiskjali til kunngerðina. Forboðið er galdandi í tíðarskeiðinum 1. mai til 15. august.

Í tíðarskeiðinum 1. mai til 15. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm.

Ummælisfreistin er farin
01.08.2017
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Náttúruvernd
Slag
Kunngerð
Dagfesting
30.05.2017
Samband
17/00497-2
Málsviðgjørt
Heilsu-og innlendismálaráðið
Tak niður
uppskot til kunngerð um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi.docx fylgiskriv til kunngerð.pdf