Fólkaheilsustýrið broytir heiti til Heilsustýrið

Heiti
Kunngerð um broytingar í kunngerðum við heimild í anordning for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme sygdomme og andre overførbare sygdomme og í kunngerð um krabbameinsskrá (Broyta heitið frá Fólkaheilsustýrinum til Heilsustýrið)
Frágreiðing

Í sambandi við, at ílegulógin er samtykt í Løgtinginum og skjótt kemur í gildi, er neyðugt at gera broytingar í teimum kunngerðum, har Fólkaheilsustýrið er nevnt.

Hetta soleiðis, at Fólkaheilsustýrið verður broytt til Heilsustýrið.

Við hjálagda uppskoti til broyting í kunngerðum, verður heitið “Fólkaheilsustýrið” broytt til: “Heilsustýrið” í øllum hesum kunngerðum samstundis.

Ummælisfreistin er farin
11.06.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
21.05.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Birita Ludvíksdóttir
Tak niður
Kunngerð Um Broyting Í Kunngerðum Á Farsóttarmálsøkinum (Broyta Til Heilsustýrið)