Fyribyrgja dálking frá oljutangum

Heiti
Uppskot til kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum
Frágreiðing

Uppskotið ásetur krøv til eigarar av oljutangum, krøv til veitarar av olju og krøv til innflytarar og seljarar av oljutangum upp til 6.000 litrar.

Haraftrat er krav um, at oljutangar skulu vera góðkendir, og um, hvussu oljutangar verða settir upp ella grivnir niður, um merking og skráseting av tangum og um, hvussu tangar verða tiknir úr nýtslu.

At enda er krav um, at oljutangar skulu takast úr nýtslu, tá teir fara upp um ávísan aldur.

Ummælisfreistin er farin
03.11.2017
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Kunngerð
Slag
Umhvørvi
Dagfesting
28.09.2017
Málsviðgjørt
Heilsu- og innlendismálaráðið
Tak niður
kunngerð.pdf fylgiskriv.pdf