Heimild heimastýrisins at áseta reglur um atgongd til tænastur í heilsuverkinum í Føroyum verður víðkað
Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne ásetur, innan hvørjar karmar, Føroyar hava heimild at lóggeva á heilsuøkinum.
Sambært § 2 hava landsstýrisfólk avmarkaðar møguleikar at áseta, hvørjir persónar kunnu fáa tilboð um heilsutænastur í heilsuverkinum í Føroyum; samstundis sum Føroyar rinda allar útreiðslurnar til heilsutænastur, ið verða veittar sambært lógini. Danmark hevur ongar útreiðslur til heilsutænastur sambært lógini. § 2 í lógini forðar millum annað fyri at bjóða útlendskum børnum, sum eru stødd fyribils í Føroyum (t.d. í feriu), tilboð um ókeypis koppseting. Somu avmarkingar um at bjóða heilsutænastur eru eisini í øðrum lógum.
Mett verður ikki, at tað er neyðugt at hava omanfyristandandi avmarkingar, tá ið føroyskir myndugleikar skulu lóggeva um sjúkrahúsverk, kommunulæknaskipan v.m. á fult yvirtiknum málsøkjum. Har føroyingar hava alt ræðið á økinum, eru ikki somu avmarkingar galdandi. Tá kunnu føroyskir myndugleikar lóggeva frítt.



