Kunngerð um hydrogenperoxid
Galdandi kunngerð um hydrogenperoxid - nr. 112 frá 1. juli 1992 - hevur við sær, at Apoteksverkið hevur einkarætt at flyta inn og handla við evninum hydrogenperoxid sterkari enn 20 prosent. Harumframt krevur keyp av evninum djóralæknaresept. Kunngerðin flokkar alla nýtslu av evninum yvir 20 prosent sum heilivágur. Hetta merkir, at øll nýtsla av evninum yvir 20 prosent krevur djóralæknaresept, og at Apoteksverkið útflýggjar evnið – eisini hóast djór ikki verða ávirkað av nýtsluni í nakran nevnandi mun.
Endamálið við hesum uppskoti er at avmarka nýtsluøkið hjá kunngerðini til at fevna um heilivágs- og heilsuøkið. Broytingin hevur við sær, at einkarætturin hjá Apoteksverkinum at flyta inn og handla við hydrogenperoxid verður avmarkaður til, tá evnið í einari konsentratión sterkari enn 20 prosent verður nýtt til viðgerð í sambandi við aling á sjónum.
Uppskotið hevur við sær at Apoteksverkið framvegis hevur einkarætt at flyta inn o.a. hydrogenperoxid, tá evnið sterkari enn 20 prosent verður nýtt til viðgerð í sambandi við aling á sjónum.
Uppskotið hevur við sær, at Apoteksverkið ikki hevur einkarætt at flyta inn og handla við hydrogenperoxid, tá evnið sterkari enn 20 prosent verður nýtt til annað virksemi enn viðgerð í sambandi við aling á sjónum.

