Kunngerð um støði, viðlíkahald, rakstur, tól, amboð, innbúgv o.a. í heilsumiðstøðum
Heiti
Uppskot til kunngerð um støði, viðlíkahald, rakstur, tól, amboð, innbúgv o.a. í heilsumiðstøðumFrágreiðing
Uppskotið til kunngerð hevur heimild í løgtingslóg nr. 66 frá 28. apríl 2025, um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum.
Uppskotið til kunngerð er býtt í fýra kapitlar, sum fevna um ávikavist 1) yvirskipaðar ásetingar, 2) atkomuviðurskifti og uttandura karmar, 3) karmarnir innandura á heilsumiðstøðunum og 4) viðlíkahald og rakstur av heilsumiðstøðunum v.m. Í uppskotinum til kunngerð verður víst til trý fylgiskjøl, sum áseta, hvat skal vera inni í heilsumiðstøðunum: Skjal 1) Innbúgv, sum kommunan útvegar til heilsumiðstøðirnar, Skjal 2) Tól og amboð, sum Heilsutrygd útvegar til heilsumiðstøðirnar og Skjal 3) Tól og amboð, sum Heilsutrygd útvegar til Læknavaktina.
Ummælisfreist
23.10.2025Ráð
HeilsumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
KunngerðDagfesting
25.09.2025Samband
hmr@hmr.foMálsviðgjørt
Kristianna BalleTak niður

