Kunngerðin verður avmarkað til at fevna um heilivágs- og heilsuøkið

Heiti
Uppskot til kunngerð um hydrogenperoxid
Frágreiðing

Galdandi kunngerð um hydrogenperoxid - nr. 112 frá 1. juli 1992 - hevur við sær, at Apoteksverkið hevur einkarætt at flyta inn og handla við evninum hydrogenperoxid sterkari enn 20 prosent. Harumframt krevur keyp av evninum djóralæknaresept. Kunngerðin flokkar alla nýtslu av evninum yvir 20 prosent sum heilivágur. Hetta merkir, at øll nýtsla av evninum yvir 20 prosent krevur djóralæknaresept, og at Apoteksverkið útflýggjar evni – eisini hóast djór ikki verða ávirkað av nýtsluni í nakran nevniverdigan mun.

Endamálið við hesum uppskoti er, at avmarka nýtsluøkið hjá kunngerðini til at fevna um heilivágs- og heilsuøkið. Broytingin hevur við sær, at einkarætturin hjá Apoteksverkinum at flyta inn o.a. hydrogenperoxid verður avmarkaður til, tá evnið í einari konsentratión sterkari enn 20 prosent verður nýtt til viðgerð í sambandi við aling á sjónum.

Ummælisfreist
13.08.2025
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
02.07.2025
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Hydrogenperoxid 02 Juli 2025