Kunngerðir um ókeypis koppsetingar heystið og veturin 2023/24

Heiti
Hoyringin fevnir um tvær kunngerðir
Frágreiðing

Tvær kunngerðir um ókeypis koppsetinger verða hervið sendar til hoyringar:

  • Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum (Kikhosta koppseting til barnakonur, HPV og strika ásetingar um koppingarevni í sambandi við koppseting ímóti influensa)
  • Uppskot til kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19

Í uppskotinum um ókeypis koppseting fáa ávísir bólkar tilboð um ókeypis koppseting fyri influensa og COVID-19. Málbólkarnir eru persónar, sum hava fylt 65 ár og persónar við ávísum sjúkum. Í báðum kunngerðunum er ásett, hvørjir starvsfólkabólkar innan heilsu- og røktarøkið kunnu verða koppsettir ókeypis fyri ávikavist influensa og COVID-19.

Ummælisfreistin er farin
20.09.2023
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
15.09.2023
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Katrin Gaard
Tak niður
Koppseting Broyta Kunngerð Influensa Og Kikhosti 13.09.2023 Koppseting Uppskot Til Kunngerð COVID 19 14.09.2023