Lóg um Fólkaheilsustýrið í Føroyum

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið
Frágreiðing

Í september 2021 varð ætlan fyri Fólkaheilsustýrið í Føroyum handað landsstýrismanninum í heilsumálum. Í ætlanini varð mælt til, at Fólkaheilsustýrið verður stovnað sum sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. Mælt varð til at tilevna lógaruppskot um Fólkaheilsustýrið, har ásett verður, hvat innihaldið í stovninum skal verða.

Lógaruppskotið er nú tilevnað, hevur verið til ummælis hjá samgonguflokkunum og landsstýrismaðurin hevur fingið undirtøku fyri at senda lógaruppskotið til hoyringar.

Ummælisfreist
31.01.2022
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
03.01.2022
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Birita Ludvíksdóttir
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Fólkaheilsustýrið Til Hoyringar