Meting um foreldraførleika í sambandi við viðgerð fyri barnloysi
Heiti
Uppskot til Kunngerð um Meting av foreldraførleika í sambandi við viðgerð fyri barnloysiFrágreiðing
Í vár varð Ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna samtykt í Løgtinginum.
Sambært § 6b í lógini, er tað Familjufyrisitingini, ið tekur avgerð um viðgerð fyri barnloysi, tá ivi er um foreldraførleikan hjá komandi foreldrum. Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið gjørt uppskot til kunngerð um meting av foreldraførleika í sambandi við viðgerð fyri barnloysi.
Kunngerðin ásetir reglur fyri, hvussu ábyrgdarhavandi heilsustarvsfólk skal fyrihalda seg, um tað vísir seg, at ivi er um foreldraførleikan hjá einligu kvinnuni ella parinum.
Kunngerðin ásetir somuleiðis, hvørji atlit Familjufyrisitingini kann taka, tá tey skulu taka avgerð um, hvørt komandi foreldrini hava neyðugan førleika at taka sær av einum barni eftir føðing.
Ummælisfreist
01.12.2025Ráð
HeilsumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
KunngerðDagfesting
03.11.2025Samband
hmr@hmr.foMálsviðgjørt
Rannvá B. MohrTak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Meting Av Foreldraførleika Ísv Við Viðgerð Fyri Barnloysi