Nýggj lóg um eltrygd

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um elelektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)
Frágreiðing

Lógaruppskotið kemur í staðin fyri verandi sterkstreymslóg, og inniheldur nútímansgerð av teknisku reglunum, sum í dag eru í sterkstreymsreglugerðini, fyri í størri mun at nýta evropiskar og altjóða standardir.

Endamálið við uppskotinum er, at reglurnar bæði í sjálvari lógini og í nýggju kunngerðunum verða einfaldari og nútímansgjørdar, fyri at tryggja eina lóggávu við rúmd fyri tøkniligu menningini, samstundis sum tað verður tryggjað, at elektriskur útbúnaður, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar hava eitt trygdarstøði, sum ikki er til vanda fyri persónar, húsdjór ella ogn.

 

Ummælisfreistin er farin
11.02.2019
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Orkuøki
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
30.01.2019
Samband
himr@himr.fo
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um elelektriskan útbúnað elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin) febr. 2019.docx