Onki gjald krevjast fyri føðingar í Føroyum, um annað av foreldrunum er lesandi

Heiti
Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð
Frágreiðing

Sambært verandi kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, kann ein kvinna, ið er lesandi uttanlanda, velja at føða í Føroyum uttan at gjald verður kravt fyri hesa tænastu. Er talan um ein pápa, ið er lesandi, ið ynskir at barn hansara skal føðast í Føroyum, verður við verandi reglum kravt gjald fyri tænastuna.

Endamálið við uppskotinum er at javnstilla menn og kvinnur, ið skulu gerast foreldur og ynskja at barnið verður føtt í Føroyum.

Ummælisfreistin er farin
11.02.2020
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
14.01.2020
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Rannvá Magnussen
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Kunngerð Um Gjald Fyri Sjúkrahúsviðgerð