Sálarfrøðingar fáa framyvir løggilding sum onnur heilsustarvsfólk
Uppskotið til lógarbroyting merkir, at sálarfrøðingar framyvir skulu søkja Styrelsen for Patientsikkerhed um løggilding, fyri at kunna nýta heitið sálarfrøðingur (psykolog) og fyri at arbeiða sum sálarfrøðingur. Føroyska heitið fyri “autoriseret psykolog” er: “løggildur sálarfrøðingur”.
Lógarbroytingin hevur stóran týdning fyri sálarfrøðingar í Føroyum. Hetta av tí, at Psykolognævnet verður niðurlagt og at sálarfrøðingar framyvir fara at fáa sína løggilding ella autorisatión frá Styrelsen for Patientsikkerhed. Hetta merkir eisini, at framyvir fáa sálafrøðingar somu rættindi og skyldur sum onnur heilsustarvsfólk.
Framyvir verða løggildir sálarfrøðingar skrásettir í løggildingarskránna hjá Styrelsen for Patientsikkerhed. Sálarfrøðingar verða harvið ein partur av heilsufakligu løggildingarskipanini, á jøvnum føti við onnur løggild heilsustarvsfólk í heilsuverkinum. Heilsufakliga løggildingin kemur í staðin fyri núverandi løggildingarskipan hjá sálarfrøðingum.
Hoyringarskriv Til Hoyringspartar
Ríkislógartilmæli Um At Seta Í Gildi Fyri Føroyar Broytingar Viðv. At Løggilda Sálarfrøðingar
Anordning Om Sundhedsfaglig Autorisation Af Psykologer I Høring