Tilboð um berarakanningar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Berarakanning fyri fólk millum 18 og 45 ár og makar hjá berarum)
Frágreiðing

Føroyar hava - orsaka av okkara uppruna - eina serliga støðu, tá ið tað snýr seg um deyðiligar arvaligar sjúkur. Føroyingar eru lutfalsliga nær skyldir, og tí er títtleikin av fleiri deyðiligum arvaligum sjúkum hægri í Føroyum, enn hann er uttanlands.

Endamálið við uppskotinum er at styrkja sjálvræðið og vitanargrundarlagið hjá einstaklingum og pørum, í sambandi við eina møguliga avgerð um barnsburð. 

Uppskotið hevur við sær, at fólk í aldrinum 18 til 45 ár og makar at staðfestum berarum fáa ein lógartryggjaðan rætt til at kanna, um tey eru berararar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum í Sjúkrahúsverkinum. Uppskotið hevur við sær, at fólk við úrslitinum frá berarakanningini fáa møguleika at taka meira upplýstar avgerðir viðvíkjandi møguligum barnsburði.

Ummælisfreist
23.10.2025
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
25.09.2025
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Sjúkrahúsverkið Um Berarakanningar