Uppskot um yvirtøku av landslæknaembætinum v.m.

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum Landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningi, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað)
Frágreiðing

Hoyring: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum og løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á heilsumálsøkinum

Heilsu- og innlendismálaráðið sendir hervið til hoyringar vegna Løgmansskrivstovuna: uppskot til broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum og vegna Heilsu- og Innlendismálaráðið: løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á heilsumálsøkinum.

Endamálið við uppskotunum er formliga at yvirtaka málsøkini: Landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutning, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað, umframt at nágreina, hvør føroyskur myndugleiki eftir yvirtøkuna hevur tær ymsu skyldurnar og heimildirnar og hvør kærumyndugleikin er.

Við hesum uppskotum verður bert tann parturin av Landslæknaembætinum yvirtikin, ið snýr seg um ráðgeving av almennum myndugleikum og eftirlit við heilsustarvsfólki og stovnum á heilsuøkinum.

Málsøkið viðvíkjandi autorisatión av heilsustarvsfólki, autorisatiónsskrásetingin, almennar heilsuverkstænastur og klagur- og endurgjaldsmøguleikar innan heilsuverkið verður ikki yvirtikið í hesum umfari.

 

Ummælisfreistin er farin
28.01.2019
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
15.01.2019
Samband
himr@himr.fo
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum Landslæknaembæti eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum.docx