Turid Arge, aðalstjóri

Turid Arge tók við starvinum sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum í 2013. Hon er útbúgvin cand.merc. við sergrein í strategi, organisatión og leiðslu og hevur harumframt eina masterútbúgving í dygd og leiðslu innan almanna- og heilsuøkið. Turid Arge hevur starvast í Almanna- og Heilsumálaráðnum sum deildarstjóri í ellivu ár og sum ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum í hálvt annað ár. Áður hevur hon starvast í Danmark hjá Børsen og Post Danmark.