Kunning um dátuvernd hjá Heilsumálaráðnum

Her kanst tú kunna teg um, hvussu Heilsumálaráðið viðger, hevur um hendi og verjir tínar persónsupplýsingar.

Heilsumálaráðið viðger eina røð av persónsupplýsingum í sambandi við tær uppgávur, ið ráðið røkir. Heilsumálaráðið viðger m.a. persónsupplýsingar:

  • Í sambandi við málsviðgerð, tá ráðið veitir landsstýrismanninum ráðgeving og evnar til lógaruppskot og kunngerðir
  • Sum kærumyndugleiki í starvsfólkamálum hjá undirliggjandi stovnum, undir hesum Sjúkrahúsverkinum
  • Í sambandi við endurgjalds- og kærumál viðvíkjandi sjúklingaskaðum og tannskaðum, har avgerðin er grundarlag fyri at rinda eitt møguligt endurgjald til kærara
  • Um starvsumsøkjarar í setanarmálum.

Viðgerðin fevnir um vanligar persónsupplýsingar, t.d. navn, bústað, teldupost, telefonnummar, og viðkvæmar persónsupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar.

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav). Til dømis verða persónsupplýsingar í kæru- og endurgjaldsmálum viðvíkjandi sjúklingaskaðum og tannskaðum viðgjørdar við heimild í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet.

Fyri at verja tínar persónsupplýsingar hevur Heilsumálaráðið sett ymiskar fyriskipanir og tiltøk í verk. Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum.

Heilsumálaráðið víðarisendir í ávísum føri tínar persónsupplýsingar til onnur, eitt nú aðrar myndugleikar ella borgarar. Eitt dømi er í starvsfólkamálum, har neyðugt er, í samsvari við fyrisitingarlógina, at hoyra allar viðkomandi partar fyri at lýsa málið til fulnar. Eitt annað dømi er í kæru- og endurgjaldsmálum viðvíkjandi sjúklingaskaðum og tannskaðum. Heilsumálaráðið hevur í tílíkum málum møguleika at kæra avgerðina hjá Patienterstatningen til Ankenævnet for Patienterstatningen sambært anordning om klage- og erstatningsadgang.

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Heilsumálaráðið savnar persónsupplýsingar um teg, tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Heilsumálaráðið viðger um teg, og í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at Heilsumálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við, hvussu Heilsumálaráðið viðger tínar persónsupplýsingar.

Heilsumálaráðið er dátuábyrgdari, og dátuverndarfólk er Andreas Sjóvará. Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Heilsumálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: hmr@hmr.fo ella andreas.sjovara@hmr.fo.