Margit Stórá, landsstýriskvinna

Margit Stóra er fødd í 1971, hon er ættað úr Fuglafirði og búsitandi í Havn.

Margit Stórá er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í almennari leiðslu.

Margit Stórá hevur verið varastjóri á Landssjúkrahúsinum, hon hevur undirvíst í leiðslu, og hevur eitt skifti starvast í Grønlandi sum konsulentur í heilsuverkinum. Eisini hevur hon starvast sum fulltrúi og virkandi deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.

Margit Stórá hevur verið forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. Margit Stórá er gift Tormóði Stórá og saman eiga tey trý vaksin børn.