
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður
Kaj Leo Holm Johannesen er føddur i Tórshavn tann 28. august 1964. Hann er giftur Jórun Johannesen, fødd Bærendsen. Tey eiga tríggjar synir og búgva í Tórshavn. Hann er útbúgvin skipsførari, hevur drúgvar royndir innan fiskasølu, og hevur verið virkin í politikki seinastu tríati árini.
Kaj Leo Holm Johannesen var formaður í Sambandsflokkinum frá 2004 til 2015.
Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður frá 2008 til 2015, hevði sæti í Tórshavnar býráðið frá 1997 til 2000. Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting 30. apríl 2002.