Stjóri til Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri til Suðuroyar Sjúkrahús
Ert tú nýggi stjórin í Sjúkrahúsverkinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
Starvið sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi er eitt spennandi, avbjóðandi og mennandi starv, har tað er umráðandi at hava hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um setningin hjá Sjúkrahúsverkinum.
Heilsumálaráðið søkir hervið ein stjóra, sum megnar at taka avgerðir og tola trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Stjórin skal vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipa góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking. Væntað verður, at stjórin hevur royndir við at handfara truplar støður. Samstundis er tað eisini umráðandi, at stjórin er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan leiklut í fíggjar- og málstýring.
Dentur verður lagdur á eginleikan at evna handfaringina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har mótsetningar tíðum eru millum vaksandi krøv og avmarkað tilfeingi. Stjórin skal taka neyðugar avgerðir, sum laga organisatiónina til framtíðina.
Um Sjúkrahúsverkið
Sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum ert tú partur av leiðslutoyminum fyri ovastu leiðslu í Sjúkrahúsverkinum, umframt at tú sum sjúkrahússtjóri tekur tær av dagliga virkseminum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyri at tryggja, at samlaða føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og virkislig eind, varð avgerð tikin í 2017 um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið er forstjóri. Bygnaðurin er sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum er forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini eru stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið.
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús umframt virksemið uttanlands. Yvirskipaða leiðslan er mannað við einum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið við evstu leiðsluábyrgd umframt tveimum stjórum, sum vísa til forstjóran.
Sjúkrahúsleiðslan hevur ábyrgdina av at leggja viðgerðir og tænastur til rættis tvørtur um tey trý sjúkrahúsini, soleiðis at samlaða tilfeingið í Sjúkrahúsverkinum verður gagnnýtt so skilagott sum gjørligt. Sjúkrahússtjórin skal arbeiða samsvarandi “Reglugerðini fyri sjúkrahúsleiðsluna fyri Sjúkrahúsverkið”, sum lýsir virki og ábyrgdir hjá yvirskipaðu leiðsluni fyri Sjúkrahúsverkið umframt lokalu sjúkrahúsleiðslunum.
Landssjúkrahúsið hevur 120 sengur innan somatiska og psykiatriska økið umframt 7 sengur til dagskurð, og áleið 857 ársverk íalt. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur 22 sengur innan somatiska økið umframt 4 sengur til dagskurð og samanlagt áleið 137 ársverk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum. Suðuroyar sjúkrahús hevur 24 seingjarpláss innan somatiska økið og samanlagt áleið 122 ársverk.
Umframt føstu yvirlæknarnar starvast fastir serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.
Upplýsingar um sjúkrahúsini síggjast á teirra heimasíðum – www.ls.fo, www.ks.fo og www.ssh.fo.
Starvið verður sett 1. desember 2023 ella eftir nærri avtalu.
Høvuðsuppgávur hjá stjóranum eru m.a.
- at vísa ábyrgd fyri og ganga á odda saman við forstjóranum at sameina Sjúkrahúsverkið
- at hava ábyrgd fyri saman við forstjóranum, at sett verða mál fyri Sjúkrahúsverkið innan kanningar-, viðgerðar- og røktarøkini, umframt fíggjar- og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verða ásett av Heilsumálaráðnum
- saman við forstjóranum at tryggja, at kapasiteturin í samlaða sjúkrahúsverkinum verður gagnnýttur til fulnar
- at hava ábyrgd saman við forstjóranum, at tryggja, at hagtøl yvir virksemið í Sjúkrahúsverkinum verða fingin til vega
- at hava ábyrgd fyri yvirskipaðu leiðsluni av Suðuroyar Sjúkrahúsi
- at hava ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdsetan og samskipan av arbeiðsuppgávunum á sjúkrahúsinum
- at hava ábyrgd av støðugari menning á sjúkrahúsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í treytunum hjá sjúkrahúsinum
- at tryggja munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu innan galdandi fíggjarkarmar
Ynskjandi førleikar til umsøkjarar
- viðkomandi útbúgving og hollar leiðsluroyndir
- innlit í virksemi og stýring á heilsuøkinum
- innlit í fíggjarstýring
- vitan um tær treytir, sum galda í almennari fyrisiting
- hava góða heildarfatan og mennandi leiðsluhátt
- góð leiðslu- og samstarvsevni
- góðar samskiftis- og semjuførleikar
- evni at seta í verk fyriskipanir
- duga at virka í almennum og politiskum umhvørvi
Lønar- og setanartreytir
Starvið sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri fyri Suðuroyar Sjúkrahús er lønt sambært 38. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%.
Høvuðsarbeiðsstaður er Suðuroyar Sjúkrahús. Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir ráðnum. Stjórin vísir til forstjóran fyri Sjúkrahúsverkið.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, á tlf. 734048, ella til Steinar Eirikstoft, forstjóra, á tlf. 234545.
Umsóknir
Umsóknir við C.V. og avriti av neyðugum skjølum skulu sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 5. oktober 2023.