Stjóri til nýggja Fólkaheilsustýrið

Nú Fólkaheilsustýrið í Føroyum verður skipað, verður starvið sum stjóri fyri nýggja stovnin lýst leyst til setan 1. november 2022.

Stutt um Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar. Fólkaheilsustýrið er skipað og skal virka sambært løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið.

Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti ráðgeva og vegleiða um heilsufaklig viðurskifti. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

Stjórin fyri Fólkaheilsustýrið fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fólkaheilsustýrinum. Í fyrstuni verður uppgávan at skipa og byggja upp sjálvt Fólkaheilsustýrið, harundir at samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum.

Uppgávur hjá Fólkaheilsustýrinum
Fólkaheilsustýrið skal m.a.:
• Gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuøkið
• Veita myndugleikum, stovnum og almenninginum heilsufakliga ráðgeving
• Hava um hendi fólkaheilsuarbeiðið, harundir heilsufremjan og fyribyrging
• Umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið sambært løgtingslóg um gransking í mannaílegum
• Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu
• Umsita yvirskipaðu tilbúgvingina í heilsuverkinum
• Byggja upp og umsita heilsuskráir
• Fáa til vega og menna hagtøl á heilsuøkinum, sum eru grundarlagið undir teirri heilsufakligu ráðgeving v.m., sum Fólkaheilsustýrið skal veita.

Sum frá líður kunnu aðrar uppgávur á heilsuøkinum leggjast til Fólkaheilsustýrið.

Førleikar hjá umsøkjarum
• Útbúgving sum kandidat ella master frá hægri lærustovni innan heilsu- ella samfelgsvísindi ella annað viðkomandi øki
• Leiðsluútbúgving og/ella leiðsluroyndir
• Breiðan kunnleika og visjónir innan fólkaheilsuøkið
• Kunnleika til tær avbjóðingar, ið standa fyri framman á fólkaheilsuøkinum
• Royndir og/ella evni at byggja upp stovn og seta í verk fyriskipanir
• Evni at vera strategiskt langskygd/-ur
• Duga at virka í almennum og politiskum umhvørvi
• Góða heildarfatan og mennandi leiðsluhátt
• Góðar samskiftis- og semjuførleikar
• Góð evni at miðla og samskifta við fjølmiðlar
• Góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum
• Innlit í virksemi og stýring á heilsuøkinum

Lønar- og setanartreytir
Starvið sum stjóri í Fólkaheilsustýrinum er lønt sambært lf. 38.1 hjá Felag Tænastumanna Landsins. Starvið er áramálssett í 3 ár við møguleika fyri leingjan í 1 ár og verður veitt ein áramálsviðbót.

Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí. Stjórin fyri Fólkaheilsustýrið vísir til aðalstjóran í Heilsumálaráðnum. Stjórin skal tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, á tlf. 734048.

Meira fæst at vita um stjóraprofilin her

Umsóknir
Umsóknir við C.V. og avritum av neyðugum skjølum skulu sendast til:

Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

ella til teldupost hmr@hmr.fo.

Umsóknarfreistin er 1. september 2022.

Starvslýsing er tøk sum pdf her

Stjóraprofilurin er tøkur her