Visitasjónsnevndin

Landsstýrismaðurin velur eina visitasjónsnevnd, ið hevur til uppgávu, innan fyri teir karmar, ið eru ásettir av landsstýrinum, at:

  • gera og dagføra leiðreglur viðvíkjandi ávísing av sjúklingum uttanlands,
  • viðgera ítøkilig visitasjónsmál um ávísing til kanning og viðgerð á viðgerðarstovnum uttanlands

Einans yvirlæknar kunnu leggja ítøkilig visitasjónsmál fyri nevndina.

Í Visitasjónsnevndini eru 8 limir. Nevndin verður tilnevnd eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í nevndini verða sitandi í ráðnum, til limir eru tilnevndir av nýggjum.

Samband

Visitasjónsnevndin
v/Johan Jansson, varastjóri (formaður)
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn


Limir í Visitasjónsnevndini:

Johan Jansson, varastjóri, formaður,
Hans Petur Nielsen, yvirlækni,
Malan Holm, yvirlækni,
Jan Jóanesarson, yvirlækni,
Súsanna Olsen, varastjóri
Hergerð Heldarskarð, leiðari fyri Uttanlandstænastuna
Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsu-og innlendismálaráðnum

Skrivari er Aud í Soylu úr Heilsumálaráðnum