Etiska ráðið

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum.

Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.

Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir.

Limirnir í Etiska ráðnum

Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna
Jógvan D. Hansen
Richard Schwartzson
Sólbjørg Frederiksberg
Jákup H. Foldbo
Leif Olsen
Debes H. Christiansen
Marjun Bæk